Lágargarður er eitt heim, har pensionistar við ellisbrekum og varandi sjúkum, og sum hava tørv á røkt, búgva.

Á heiminum eru uml. 100 starvsfólk.

Heimið veitir dygdargóða røkt og umsorgan við hugtakinum um eginumsorgan, og verður dentur lagdur á, í samráð við húsfólkið, at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum er á Lágargarði.

Heimið lat upp í 1987, arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen hava teknað heimið, og er tað innrættað í einari hædd við trimum búeindum til 16 húsfólk á hvørjari eind, herav eru tvey umlættingarpláss.

Í stóru felagslonini er køkur, matarhøll, virkisstova, ergo- og fysioterapi, hár- og fótarøkt, samkomuhøll og stór gongsøki.

Á hugnaliga heiminum eru ymisk prýðilig listaverk.

Uttanfyri er sera heimligt við góðum atkomumøguleikum og prýðiligum urtagørðum.

Á heimið koma eisini heimabúgvandi pensionistar á dagdeildina, og veitir virkisstovan heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk við einum innihaldsríkum gerandisdegi, bæði til húsfólk og dagstovnsfólk.

Umframt mat til heimið, ger køkurin døgurða til uml.100 heimabúgvandi pensionistar.
 
Lagargardur

» Plantekning yvir húsið

Design: AnniJanni