Virðisgrundarlagið er grundarsteinurin hjá húsfólki, avvarðandi og starvsfólki, og eru niðanfyristandandi virði eyðkenni fyri Lágargarð.

Visión/hugsjón:
Lágargarður er:
  • Heimið, har eldri ynskja at búgva, tá tey hava tørv á tí
  • Stovnurin, sum áhaldandi er við til at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensiónistar
  • Arbeiðsplássið har starvsfólk trívast, mennast og hava tað stuttligt.

Missión/setningur:
Lágargarður er:
Heimið hjá húsfólkunum, har gerandisdagurin er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Starvsfólkið veitir við sínum fakliga førleika dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett frá støðu og lívssøgu hins einstaka.

Harumframt veitir røktarheimið heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensiónistar við tí endamáli at verða longst í egnum heimi.


Berandi virði: Trivnaður
Tað er at vaksa og kenna seg væl, so tað sæst, hoyrist og merkist

Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan:
Dentur verður lagdur á at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum er á Lágargarði, og í samráð við húsfólkið veita heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, sjúkufyribyrgjandi/verjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi tiltøk.

Ein góð røkt umfatar heildina, her verður hugsað um fysiska, psykiska, sosiala og andaliga tørvin. 

» Heinta okkara Virdisfaldari her
Virdisgrundarlag_faldari

» Kjarnuvirði
» Blómu sum eyðkenni

Design: AnniJanni