VIRÐING
Lyklaorð
Javnvirði
Tolni
Virðiligur deyði

Hetta merkir:
AT øll starvsfólk, húsfólk og avvarðandi hava sín samleika
AT húsfólk gera tað tey megna
AT vit betra um seinastu livitíðina hjá húsfólki í samráð við avvarðandi

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT virða samleikan hjá tí einstaka
VIT stimbra undir at veita hjálp til sjálvhjálp (eginumsorgan)
VIT viðurkenna støðuna og geva linnandi røkt og umsorgan


TRYGGLEIKI
Lyklaorð
Álit
Tolsemi
Heim
Hugni
Menning

Hetta merkir:
AT vit góðtaka hvønn annan
AT vit hava eitt heimligt umhvørvi
AT vit góðtaka ymiskleika
AT vit hava greiðar reglur og mannagongdir

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT eru fakliga væl fyri og í støðugari menning
VIT tosa virðiliga við hvønn annan
VIT eru nærverandi
VIT eru rúmlig og álítandi
VIT fylgja galdandi reglum og mannagongdum


YMISKLEIKI
Lyklaorð
Spontanitetur
Kreativitetur
Finna møguleikar
Trupulleikaloysn

Hetta merkir:
AT eingin dagur er eins
AT vit hava okkara egnu lívssøgu, og tí ymiskt at geva
AT vit hava etiskar, moralskar og fyrisitingarligar reglur

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT eru kreativ og spontan
VIT lofta stjørnuløtum
VIT finna møguleikar framum forðingar
VIT veita dygdargóða røkt og umsorgan


SAMSTARV
Lyklaorð
Samskifti
Opinleiki
Ábyrgd

Hetta merkir:
AT vit hava gott samstarvslag starvsfólk, húsfólk og avvarðandi millum 
AT vit eru ábyrgdarfull
AT vit hava gott samstarvslag millum eindirnar
AT vit eru opin fyri broytingum
AT vit eru opin fyri uppbyggjandi kritikki
AT heimið er opið fyri vitjandi

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT brúka hvønn annan tvørtur um eindir og yrkisbólkar
VIT siga frá á røttum stað
VIT hava høgt kunningarstøði
VIT taka við læru
VIT hava ábyrgd av at loysa uppgávurnar í felag
VIT hava samstarv við aðrar stovnar- børn/eldri
VIT hava ymisk tiltøk til gaman og álvara á heiminum


ÁGRÝTNI
Lyklaorð
Ídni
Áhugi
Arbeiðsgleði
Motivatión

Hetta merkir:
AT vit leggja orku í okkara arbeiði
AT vit nýta okkara fakliga førleika
AT vit eru jalig

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT eru ábyrgdarfull
VIT eru umhugsin
VIT brenna fyri okkara arbeiði


EMPATI
Lyklaorð
Hjartalag
Forstáilsi
Jaligheit
Kærleiki
Nærvera
Stuðul
Umhugsni

Hetta merkir:
AT vit seta okkum í støðuna hjá einum øðrum
AT vit eru nærverandi
AT vit eru góð við húsfólkini og hvønn annan

Tí arbeiða vit soleiðis:
VIT eru góð við tey, vit eru saman við
VIT seta okkum inn í, skilja og fyrihalda okkum til tankar kenslur, tørv og sinnisstøðu hjá øðrum
VIT hava eygnakontakt og lurta 
Virdi_plakat

» Kjarnuvirði
» Blómu sum eyðkenni

Design: AnniJanni