Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan
Dentur verður lagdur á at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum er á Lágargarði, og í samráð við húsfólkið veita heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, sjúkufyribyrgjandi/verjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi tiltøk.

Ein góð røkt umfatar heildina, her verður hugsað um fysiska, psykiska, sosiala og andaliga tørvin. 
 

Heimarastova:
Á Heimarastovu búgva 15 húsfólk. Umframt hetta er eitt pláss til umlætting.

Miðstova:
Á Miðstovu búgva 15 húsfólk. Umframt hetta er eitt pláss til umlætting.

Handarastova:
Á Handarastovu, ið er eind fyri minnisveik, búgva 16 húsfólk.

Felagsøkið:
Felagsøkið umfatar fyrisiting, køk, Virkis- og venjingarstovu, vaskarí og húsavørðar.


 
Plantekning_husid_smal

» Plantekning yvir húsið
 

Design: AnniJanni