Eitt búmerki við sál
Lágargarður er eitt heim, ið er fjálgt og hugnaligt, við virksemi og nógvari list
– hetta skal búmerkið sýna.

Búmerkið
Búmerkið vísir fýra flísar, ið ímynda tær fýra eindirnar á Lágargarði:
  • flísarnar eru eitt fundament/grundarlag, ein felags pallur, haðani vakstarmøguleikar spretta og mennast
  • flísarnar liggja lið um lið, har teir saman skapa eina heild, har hin eini ikki kann vera hin fyriuttan
  • fundamentið/grundarlagið má vera trygt, skulu flísarnar ligga støðufastir
  • í flísunum síggjast strukturar/mynstur av einum leyvi/blaði, ið ímyndar lív, vøkstur, broyting, lívsins træ
  • struktururin/mynstrið heldur fram gjøgnum allar flísarnar, og stuðlar undir, at her eru fýra eindir, ið saman skapa eitt heim. Samstundis ímyndar hetta samstarv og samanhang.
     
Flísarnir hava hvør sín lit
  • litirnir vísa til tær fýra eindirnar:
    grønt = Heimarastova
    gult = Miðstova
    reytt = Handarastova
    blátt = umsiting, køkur, dagstovnur, ergo- og fysioterapi
  • teir fýra litirnir kunnu eisini setast í samband við tær fýra árstíðirnar, ið aftur sipa til lívsins gongd
  • litirnir renna saman, fyri at geva meiri lív, umframt at ímynda samanhang og samstarv. 
Bumerki

 

Design: AnniJanni