Virkis- og venjingarstovan eru í miðjuni á Lágargarði, og her eru felagsaktivitetir fyri húsfólk og heimabúgvandi pensjónistar. Her arbeiða ergo- og fysioterapeutar, pædagogur, skræddari, heilsurøktari og hjálparfólk.

Á Virkis- og venjingarstovuni verður dentur lagdur á at finna tilfeingið hjá tí einkulta og gera venjingar og aktivitetir, sum hava týdning fyri tann einstaka.

Virkisstovan er opin gerandisdagar kl. 09.00-16.00

Venjing er gerandisdagar kl. 10.00-12.00 og kl. 14.30-15.30

Felags rørsla eru í Samkomuhøllini gerandisdagar kl. 09.40, og lurtað verður eftir andakt aftaná. Eisini er møguleiki fyri, at ein kann fara á Virkisstovuna at gera ymiskt handaligt, práta við fólk ella lurta eftir upplestri. Eisini kann ein venja í venjingarhøllini. Hevur ein ikki møguleika fyri at koma á Virkis-og venjingarstovuna, ber til at fáa individuella venjing á búeindini eftir avtalu.

Týsdag fyrrapart er útferð við húsfólki, fastar dagar um vikuna er hugnaløta á eindununum, annars eru ymiskir aktivitetir, sí tiltøk
 



 

Design: AnniJanni