At fáa góðan og nøktandi kost er av alstórum týdningi fyri heilsu og trivnað hjá einhvørjum – eisini á ellisárum. Rættur kostur hevur m.a. við sær, at vit varðveita styrki og førleika, og økir sum heild um vælveru okkara.

Hetta kunnu vit í køkinum á Lágargarði borga fyri. Okkum dáma væl góðan, heimagjørdan og vælsmakkandi mat.

Í køkinum starvast økonoma, køksrøktarstarvsfólk og hjálparfólk, ið eru dugnalig og hava góðan, fakligan førleika.

Umframt at matgera til hús- og starvsfólk, gera vit døgurða til ymsar aðrar stovnar og uml. 100 heimabúgvandi pensionistar dagliga.

Avvarðandi kunnu eisini keypa mat á heiminum, men tá skal bíleggjast frammanundan. Máltíðin kann verða etin í matarhøllini ella í bústovuni saman við húsfólki. Til gerandisdagar skal bíleggjast dagin fyri. 

Til vikuskifti og høgtíðir fríggjadag ella 2 dagar frammanundan. 

Matarskrá er uppsligin á uppslagstalvuni í matarhøllini og á eindunum. 

Ólavsøkudag og jólaaftan er ongin matsøla til gestir.
 
Pandekager

 » Matarskrá

Design: AnniJanni