Starvsfólkið veitir við sínum fakliga førleika dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett frá støðu og lívssøgu hins einstaka.

Dentur verður lagdur á at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum er á Lágargarði, og í samráð við húsfólkið veita heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, sjúkufyribyrgjandi/verjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi tiltøk.

Ein góð røkt umfatar heildina, her verður hugsað um fysiska, psykiska, sosiala og andaliga tørvin. 


 

Kontaktpersónsskipan
Á Lágargarði nýta vit kontaktpersónsskipan, ið merkir, at húsfólkið hevur eitt ávíst starvsfólk, ið tekur sær av ymsum viðurskiftum hjá húsfólkinum. Hetta fyri at lætta um samskifti við húsfólk og avvarðandi.

» Avvarðandi
» Læknaviðurskifti

 

Design: AnniJanni