Starvsfólkið á Lágargarði vil fegið hava so gott samstarv við tey avvarðandi sum gjørligt, og eru tey altíð vælkomin, í samráð við húsfólkið, at seta seg í samband við kontaktpersónin ella starvsfólkið á eindini. 



Væntað verður, at avvarðandi eisini hava ein aktivan leiklut, so sum at fylgja húsfólkunum, um tey hava ørindi uttan fyri húsið, t.d. í læknaørindum, til gudstænastu, møti ella jarðarferð.

Væntað verður eisini, at avvarðandi eru við til at skipa fyri hugnaløtu á eindunum. Ein avvarðandibanki er tøkur, har ein kann tekna seg til at hjálpa við ymiskum praktiskum í samband við hugnaløturnar á eindunum

.

Eisini er møguleiki hjá húsfólkunum at vitja avvarðandi heima sum t.d. til føðingardagar, høgtíðir v.m. og kunnu tey eisini gista. Avvarðandi verða biðin um at siga frá í góðari tíð.



 

Kontaktpersónsskipan
Á Lágargarði nýta vit kontaktpersónsskipan, ið merkir, at húsfólkið hevur eitt ávíst starvsfólk, ið tekur sær av ymsum viðurskiftum hjá húsfólkinum. Hetta fyri at lætta um samskifti við húsfólk og avvarðandi.

» Avvarðandi
» Læknaviðurskifti

 

Design: AnniJanni