Hugnaløtur, hugnakvøld og útferðir
Heimið fær onkuntíð tilboð um undirhald uttanífrá. Tað kunnu vera sang- ella tónleika bólkar, sjónleikarar, fimleikarar, dansarar og líknandi, og taka vit altíð fegin ímóti og nýta høvi til at samlast um slík tiltøk.

Í vetrahálvuni verður 2. hv. mánað skipað fyri hugnakvøldi við undirhaldi, har húsfólkið bjóðar avvarðandi við. Hesi kvøld eru við undirhaldi og drekkamunni ella øðrum til matna.

Stórt jólaaftanshald við guðstænastu er saman við avvarðandi og starvsfólkum.

Árlig húsfólkaútferð er vanliga í mai mánað.
 
Udflugt

Lucia

 
 

Design: AnniJanni