Føðingardagar og annað veitsluhald
Húsfólksins føðingardagar verða hildnir á eindini kl. 14.30 saman við húsfeløgum og starvsfólki við drekkamunni og lagkøku. 



Ynskir húsfólk ella avvarðandi umframt at halda egið føðingardagshald ella annað veitsluhald, stendur í boði at læna Góðustovu ella matarhøllina og amboð úr køkinum, og skal í seinasta lagi kl. 14.30 nakrar dagar framman undan gerast avtala við starvsfólk í køkinum, ið m.a. gevur vegleiðing í nýtslu av uppvaskimaskinu og øðrum tólum, ið skulu nýtast. 



Veitsluhaldið er privat. Einasta krav er, at alt verður ruddað og handað aftur í sama standi, sum undan veitsluhaldinum.
 
Veitslu

 

Design: AnniJanni