Allir pensionistar kunnu søkja at koma á bústovn. Umsóknarblað kann heintast niður sum pdf hjá Tórshavnar Kommunu, ella fæst við at venda sær til Snarskivuna.

Tá ið umsóknarblaðið er fylt út, eisini av egnum lækna, skal tað sendat til Sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu.

Ein upptøkunevnd viðger allar umsóknir og visiterar til ymsu bústovnarnar í Tórshavnar Kommunu, alt eftir tørvi.

Tá ið búpláss er játtað, setur leiðarin seg í samband við viðkomandi

Heimavitjan:
Áðrenn innflyting kann avtala gerast um heimavitjan. Á heimavitjan koma deildarleiðarin og tygara kontaktpersónur frá teirri eindini, har tygum framyvir skulu búgva, umframt ein terapeutur frá Virkis- og venjingarstovuni. Avtalað verður, nær tygum skulu flyta inn, og tosað verður um innbúgvið tygum skulu hava við, um klæðir, merking av klæðum og lutum o.m.a.


 

Umsóknarblað
Umsóknarblað til eldrabústovn kann heintast niður sum pdf á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=87

 

 

Design: AnniJanni