At búgva á eldrabústovni er javnsett við at búgva heima. Allir fólkapensjónistar fáa fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Fyritíðarpensjónistar fáa fyritíðarpensjón. Av hesum veitingum og aðrari inntøku verður rindað fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Allir fyritíðar- ella fólkapensjonistar, ið búgva í eldrabústovni - uttan mun til, um teir eru giftir ella stakir - fáa pensjónsupphædd sum stakir pensjonistar. Gjaldið er somuleiðis líka fyri øll, gift sum støk.

Øll gjalda somu upphædd fyri vistarhald (húsaleiga, olja, el, mat, reingerð, felags útreiðslur o.t.) Vistarhaldið er í løtuni kr. 3.655,- sambært kunngerð.

Øll rinda eitt minsta tænastugjald, ið m.a. fevnir um røkt og praktiska hjálp. Tey, ið hava aðra inntøku enn veitingarnar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rinda harumframt eitt eyka tænastugjald. Gjaldið er ásett í kunngerð og er treytað av, hvussu høg inntøkan er. Minsta gjaldið er í løtuni kr. 2000,-mdr.

Umframt omanfyrinevndu gjøld rindar pensjonisturin sjálvur fyri persónligan tørv sum m.a. kann vera:
  • heilivágur
  • kropsborin hjálparráð s.s. brillur, hoyritól, handilstenn, stuðulssokkar v.m.
  • húðrøkt
  • fótarøkt
  • frisør
  • tannrøkt/tannviðgerð
  • vøra til persónligt reinføri s.s. sápa, tannkrem, rakiútgerð o.t.
  • klæðir og skógvar
  • ferðaútreiðslur s.s. útferðir, taxaflutning til og frá persónliga viðgerð og avtalur
  • trygging av egnum innbúgvi
L_stein

 

Design: AnniJanni