Øll búrúm eru einmansrúm 18 m2 til støddar, við wc/stoytibað og lítlum forrúmi við skápum. Í rúminum er song og songjarborð. Annað innbúgv til tygara búrúm skulu tygum hava við heimanífrá. Møblar, gardinur, myndir og pryðislutir sum pláss er fyri. Á gólvinum er linoleum, og mæla vit til ikki at leggja teppi á. 



Tygara innbúgv er tryggjað. Heimið veitir ikki trygd fyri kostnaðarmiklum skreytlutum, smykkum, o.l., og verður miriliga biðið um, at allir lutir verða væl merktir við navni ella nummari.



Rúmið eigur helst at verða møblerað áðrenn tygum flyta inn.
Mátið til gardinurnar er longd: 132 cm – breidd 152 cm.


Palntegn_Burum
lokaler

 
 

Design: AnniJanni