Fyri at økja og menna um sambandið ímillum húsfólk, avvarðandi og starvsfólk, hava vit eitt húsfólkaráð. Limir í ráðnum eru húsfólk, tvey avvarðandi frá hvørjari eind og starvsfólk frá øllum økjum í húsinum. Fundir eru fyrsta týsdag í hvørjum mánað kl. 15 - 16 undantikið juni, juli og august. 

Fyri at øll, eisini øll avvarðandi, kunnu vita frá hesum fundum, er ringbind við fundarfrásagnum og øðrum tilfari at finna í felagsstovuni á eindunum, og síggja tygum har nøvnini á húsfólkaráðslimunum. Avvarðandi umboðini eru altíð fús at hjálpa, serliga nýggjum avvarðandi, við ivamálum.
 
Lagargardur_bag

 
 

Design: AnniJanni