Næmingar og lesandi
Lágargarður er góðkent sum útbúgvingarstað fyri heilsuhjálparanæmingar, heilsurøktaranæmingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi. Starvsvenjingartíðin hjá heilsurøktaranæmingum og sjúkrarøktarfrøðilesandi tekur útgangsstøði í, at útbúgvingin verður fylgd av einum kliniskum vegleiðara. Kliniski vegleiðarin hevur, saman við næmingum og lesandi, ábyrgd av vegleiðingar-, reflektións-, væntunar-, miðvegis- og endasamrøðum. Hann avtalar eisini royndar-, vitanar-, og inspiratiónsfundir millum næmingar, lesandi og útbúgvingarstaðið.

Lágargarður er eisini starvsvenjingarstað hjá fólkaskúlanæmingum í 9. og 10. flokki.
 
útbúgving

 
 

Design: AnniJanni