Arbeiðsplássið, har starvsfólk trívast, mennast og hava tað stuttligt.

Fortreytin fyri at hava ein “tryggan og heimligan gerandisdag” er at hava eitt gott arbeiðspláss.
Tí leggja vit dent á eitt gott og tvørfakligt samstarv í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast, vaksa og kenna seg væl, so tað sæst, hoyrist og merkist.

Fyri at røkka hesum bjóða vit:
Innleiðslu:
Rundvísing og hitta starvsfólkið á heiminum
Virðisgrundarlagið lagt fram
Innleiðslu á deildini

Upplæring:
Øll starvsfólk ganga gjøgnum eina skrá á egnu deild, til tess at gera tey før fyri at røkja ásettar arbeiðsuppgávur

Evnisdagar:
Undirvísing við ymiskum evnum við internum ella ekseternum undirvísara eru javnan alt árið fyri øll starvsfólk.

Starvsfólkakvøld:
Eina ferð um árið verður skipað fyri fakligum hugnakvøldi við fyrilestrarhaldara.

Intern undirvísing:
Miðað verður ímóti at hava regluliga undirvísing. Evnini kunnu vera ávís ella meira almenn.

Skeið og eftirútbúgving:
Møguleiki er at søkja um viðkomandi skeiðluttøku/eftirútbúgving, ið kann viðføra fakliga/ og ella persónliga menning.

Menningarsamrøður:
Eina ferð um árið hevur deildarleiðari menningarsamrøður.

Venjing:
Starvsfólk hava møguleika at venja í venjingarhøllini aftaná arbeiðstíð.
Barberes

 
 

Design: AnniJanni