Virkis- og venjingarstovan eru í miðjuni á Lágargarði, og her eru felagsaktivitetir fyri húsfólk og heimabúgvandi pensjónistar. Endamálið við virkis-og venjingarstovuni er at andkveikja lívsneistan, við at varðveita og stuðla førleika brúkarans likamliga, sálarliga og sosialt.

Á Virkis- og venjingarstovuni verður dentur lagdur á at finna tilfeingið hjá tí einkulta og gera venjingar og aktivitetir, sum hava týdning fyri tann einstaka.

Virkisstovan er opin gerandisdagar kl. 09.00-16.00

Venjing er gerandisdagar kl. 10.00-12.00 og kl. 14.30-15.30

Gerandisdagurin á Virkis- og venjingarstovuni byrjar kl. 09.00 við morgundrekka, har vit práta og hugna okkum.

Felags rørsla eru í Samkomuhøllini gerandisdagar kl. 09.40, og lurtað verður eftir andakt aftaná. Eisini er møguleiki fyri, at ein kann fara á Virkisstovuna at gera ymiskt handaligt, práta við fólk, lurta eftir upplestri, ella spæla ymisk spøl. Ein kann eisini venja í venjingarhøllini.

Kl. 12.00-13.00 er møguleiki fyri at keypa døgurða í matarhøllini, og eftir hetta kann ein halda áfram við frítíðarítrivi, ella ein kann hvíla. Seinnapartsdrekka er kl. 14.00.

Hátíðirnar og aðrir dagar verða hildnir
Vit gera ymiskt prýði til páskar, jólagávur og –prýði, hava olympskir leikir, halda føstulávint, flaggdagshald, eins og hugnaløtur eru javnan. Á jólum hava vit jólaborðhald, og um várið hava vit árligu útferðina.

Handaligu tilboðini eru: hondarbeiði av ymiskum slag, veving, arbeiða á træverkstaðnum, rippa húkar, tøva, mála, seyma, og eru vit eisini opin fyri øðrum aktivitetum.

Á Virkis- og venjingarstovuni arbeiða ergo- og fysioterapeutar, pædagogur, skræddari og hjálparfólk.

Vit samstarva við hýruvognsfelag, og er møguleiki fyri at koma í hýruvognsskipanina. Tey, ið hava tørv, kunnu søkja um at nýta koyriskipanina hjá MBF, sí meira á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=161 

Annan hvønn mikudag er gudstænasta kl. 11 -12 í samkomuhøllini.

Afturat hesum hava vit nógv ymisk tiltøk, sum eru at síggja her sí tiltøk

Umsóknarblað (pdf)

• Fysioterapi - Umsóknarblað til venjing (pdf)

Faldari um Virkis- og venjingarstovuna




» Hvør kann koma á Virkis- og venjingarstovuna
» Kostnaður fyri at koma á Virkis- og venjingarstovuna


Design: AnniJanni