1. januar 2011 varðfysioterapeutur settur í starv á Lágargarði.
Arbeiðsuppgávurnar hjá fysioterapeutinum er at endurvenja heimabúgvandi pensjónistar 65 ár og eldri, sum eftir knappliga íkomna sjúku ella brek hava mist kropsligan førleika, og hava tørv á at venja, fyri at koma fyri seg aftur og betra um kropsligu førleikarnar.

Tað hevur týdning , at umsøkjarin er motiveraður fyri at venja, og at hann hevur ítøkilig mál, sum hann ætlar at venja fram ímóti. Tað kann t.d. vera at ganga frá stovuni út í køkin, at fara til handils ella at vitja dóttrina í Danmark. Eisini hevur tað týdning fyri framgongd í venjingini, at umsøkjarin møtir til venjingina hvørja ferð.

Venjingin er tíðaravmarkað, í mesta lagi 12 vikur.

Venjingin er á Lágargarði, á Tjarnargarði ella heima hjá umsøkjaranum.

Er áhugi fyri at fáa venjing frá fysioterapeuti, verður umsóknarblað skrivað og sent fysioterapeutinum á Lágargarði. Fysioterapeuturin setir seg í samband við umsøkjaran, sum síðani metir um og visiterar til venjing.

 
Virkisst-gang

» Umsóknarblað


Design: AnniJanni